Í skipanini er(u): |
 |
kort, sum vísa tøl um streymviðurskiftini og alduviðurskiftini umframt
dýpdarkort. |
 |
møguleiki fyri at draga kortið nærri (suma) fyri økir, ið hava
serligan áhuga |
 |
fáa øll hagfrøðistølini og dýpi fyri eitt ávíst stað upp á
skíggjan við at klikkja á hetta stað á kortinum. |
|
Streym og aldukortini vísa,
hvussu viðurskiftini kunnu roknast við at vera, tá tey eru ringast. Tað ber tí
ikki (enn) til at síggja, hvussu viðurskiftini eru ein ávísan dag. |
Um Streymkunningina.
Streymkunningin er grundað á numeriskar teldusimuleringar av sjóvarfallinum, og eru gjørdar
fyri dagin við harðasta rákinum í einum miðalári. Útrokningarnar eru gjørdar fyri
hvørjar 100 m, og í hvørjum einstøkum roknipunkti er roknað:
Harumframt eru nøkur streymkort
Um
aldukunninga.
Taltilfarið er frá aldusimuleringum, sum Dansk Hydraulisk Institut hevur gjørt
vegna og saman við Landsverkfrøðinginum. Útrokningarnar eru gjørdar fyri hvørjar 100
m, og burturúr taltilfarinum roknar skipanin, hvussu høgar aldur í minsta lagi kunnu
væntast í ávikavist:
 |
100 tímar í hvørjum ári |
 |
3 tímar í hvørjum ári |
 |
3 tímar í hvørji 10 ár |
 |
3 tímar í hvørji 100 ár |
Fyri neyvari frágreiðing, - sí Bølgeatlas for Færøerne , Raport,
DHI/Landsverkfrøðingurin, 1998.
Um
dýpdarkortini.
Dýpdarkortini
vísa miðaldýpi í 100m x 100 m stórum kvadratum, og eru gjørd fyri økini, sum
teldusimuleringarnar eru gjørdar fyri.
Um
verkætlanina.
Henda skipan er úrslit av
verkætlanini 'Nýggj aliøkir', ið fylgjandi stovnar og virkir hava framt:
P/F Fiskaaling
hevur staðið innsavning av tilfari um, hvussu laksur trívist á streymasjógvi og hevur
havt umsitingina av verkætlanini.
Landsverkfrøðingurin, hevur framt vatnstøðu-
og streymmátingar, viðgjørt nýggjar og eldri vatnstøðu- og streymmátingar, lati
innsavnaði dýpdardáta, lati tilfar frá aldu atlas og lati fakliga ráðgeving.
Fiskirannsóknarstovan, hevur viðgjørt
nýggjar og eldri mátingar, latið dýpdarmátingar gjørdar við Magnus Heinason og
latið fakliga ráðgeving.
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya
hevur staðið fyri og hevur sjálvt framt simuleringar av sjóvarfallinum, hevur staðið
fyri innsavning av dýpdardáta við Tjaldrinum í samstarvi við Vaktar- og
Bjargingartænastuna, hevur framleitt dýpdarkortini og saman við Fa. Telduráðgevin
framleitt kunningarskipanina.
Fa. Telduráðgevin
hevur vegna og í samstarvi við Náttúruvísindadeildina gjørt kunningarskipanina og
veitt teldutøkniliga ráðgeving í sambandi við teldusimuleringarnar.
Nansen Senteret, Bergen
hevur vegna Náttúruvísindadeildina gjørt fyrireikingararbeiði til
teldusimuleringarnar av sjóvarfallinum og gjørt tær fyrstu simuleringar í økinum
kring Norðoyggjarnar.
Vaktar-
og Bjargingartænastan og manningin á Tjaldrinum hevur við vælvild latið
Náttúruvísindadeildina dýbdarmátingar eftir slóðini hjá skipinum.
Verkætlanin er partvíst fíggjað av Vinnumálastýrinum
og yvir raksturin hjá luttakandi stovnunum.
Henda verkætlan er partur av granskingarverkætlan nevnd Føroysk Umhvørvis
Verndar Skipan (FUVS) á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Nýtsla av tilfarinum er uppá egna ábyrgd
|