oki.gif (8506 bytes)

 

prev.gif (967 bytes)prev.gif (967 bytes) next.gif (988 bytes)

Taltilfar um alduhædd

Tilfarið um alduviðurskiftini, sum eru við í kunningarskipanini, hevur Dansk Hydraulisk Institut gjørt saman við og fyri Landsverkfrøðingin í 1998.

Í hesari frágreiðingini verða alduviðurskiftini kring Føroyar býtt inn í tríggjar básar sambart rætningslinjum frá Sjóvinnufyrisitingin í 1995:

Opið hav, sum eru øki har Hs er hægri enn 4 m í meira enn 0.034% av tíðini.
Vard øki, sum eru øki har Hs er hægri enn 4 m í minni enn 0.034% av tíðini.
Deyðavatn, sum eru øki har Hs er hægri enn 2 m í minni enn 0.034% av tíðini.

har Hs er signifikant alduhædd, tvs miðal alduhæddin av 1/3 hægstu aldunum av øllum aldum, sum eru mátaðar innan fyri eitt tíðarskeið.

Inndeilingin omanfyri er gjørd fyri vetrar- og summarumstøður, har:

summar-tíðarskeiðið er frá 1. mai til 31. august, t.v.s at 0.034% av tíðini svarar til 1 tíma pr summar.
vetrar-tíðarskeiðið er frá 1. septembur til 30. apríl, t.v.s at 0.034% av tíðini svarar til 2 tímar pr vetur.

Tølini í hesari skipan eru grundað á hetta taltilfarið.

Aldumodellið, sum er nýtt til simuleringarnar, roknar hvussu aldurnar ferðast og broytast, tá tær nærkast landi. Útrokningarnar taka hædd fyri shoaling, refraktión, at aldur bróta og botn friktión undir statiónerum vindviðurskiftum. Diffraktión og reflektíon orsakað av, at aldan kemur at landi, eru ikki við í útrokningunum, og tí kann roknast við, at modellið undirmetir alduhæddirnar nær landi.

Úrslitini frá modell royndunum eru samanborin við aldumátingar, sum Landsverkfrøðingurin hevur gjørt. Samanberingar og neyvari frágreiðing er at finna í frágreiðinigini:
Doris Muhlestein og Morten Rugbjerg
Bølgeatlas for Færøerne,
Dansk Hydraulisk Institut/ Landsverkfrøðingurin,
Maj 1998

prev.gif (967 bytes)prev.gif (967 bytes) next.gif (988 bytes)