|  
Dýpdarkort
Landsverkfrøðingurin
Avgerðandi fyri at fáa neyv úrslit frá modellinum er at dýpið er kent í hvørjum
einstøkum rúti í rútanetinum. Fyri at fáa best møgulig dýpi í simuleringunum eru
dýbdarmátingarnar, sum Landsverkfrøðingurin hevur framt inni á firðum og sundum,
umframt dýpdarloggingar gjørdar hvørt 5 sek síðani ársbyrjan av 1999 við Magnusi
Heinasyni og eisini við Tjaldrinum síðani Mars mánað í ár 2000, savnaðar í ein
dátugrunn.
Dýpdarkortini eru gjørd til teldusimuleringarnar av sjóvarfallinum, og vísa kortini
miðaldýpi í 100 m x 100 m stórum kvadratum. Í støðum, har ongar mátingar eru
tøkar, er interpolerað frá næsta kvadrati, har mátingar eru tøkar. |
Klikk á mynd fyri at síggja
mynd í fullari stødd. |
 |
| Magnus Heinason
Uttan fyri økini, sum Landsverfrøðingurin hevði mált upp, var lítið av
taltilfari, tá verkætlanin byrjaði. Tí varð farið undir at savna dýpdarloggingar,
sum vórðu gjørdar við ekkoloddinum umborð á Magnusi Heinasyni, og tilhoyrandi
positiónir frá GPS-inum umborð. Henda skipan fór at virka regluliga við ársbyrjan av
1999 og er ein dýpdarlogging gjørd umleið hvørt 5 sek, tá skipið hevur verið úti
síðani tá. Slóðin á innaru leiðunum hjá Magnusi Heinasyni er víst á myndini til
høgru. |
 |
| Tjaldrið
Í mars mánað í ár 2000 varð ein líknandi skipan fingin at virka umborð á
Tjaldrinum hjá Vaktar og Bjargingartænastuni, sum gevur eina dýpdarlogging, hvørja
ferð skipið hevur flutt seg 10 m. Slóðin, har dýpdarlogging er framd við Tjaldrinum
í ár 2000, er víst á myndini til høgru. |
 |
| Tjaldrið + Magnus Heinason
Myndin til høgru vísir allar slóðir, har dýpið var mátað við árslok í ár
2000, og sum eru nýttar til at gera dýpdarkortini, sum eru brúkt í simuleringunum av
sjóvarfallinum. Hesi kortini eru framleidd við at taka miðal dýpið av øllum
mátingum innan fyri eitt kvadrat uppá 100 x 100 m. Fyri tey kvadratir, har eingin
máting er, er eitt dýpi funnið við at interpolerað frá umliggjandi kvadratum. Hesi
kortini eru tey, sum eru víst sum dýpdarkort í hesari kunningarskipanini.
|
 |
| Ætlanin er at halda fram við at savna dýbdarmátingar, og
serliga at royna at fáa mátingar frá teimum økjum, har ongar mátingar eru, og at fáa
taltilfar frá øðrum keldum inn í dátugrunnin. Tá orka verður tøk, er ætlanin at
framleiða dýbdarkort við betri neyvleika, enn her er gjørt. |
|
  |
|