Simulering av sjóvarfallinum á Føroya leiðunum

- ein FGEM verkætlan

Randvirðini til simuleringarnar, ið liggja til grund fyri streymkunningini í hesari skipanini, eru frá einari verkætlan, ið FGEM lat gera. Rútastøddin í FGEM simuleringunum var um hálvan fjóring (um 952 m) og fevndi økið um allan landgrunnin, umframt Hetlands rennuna, Føroya Banka og Baily Bankan, sum víst á myndini.



Neyvari kunning er í frágreiðingini
Knud Simonsen, 1999, Tides and tidal simulation in the area around the Faroe Islands
Technical Report No. 166, Nansen Environmental and Remote Sensing Center, Bergen, Norway.
sum er gjørd fyri Faroes G. E. M. Met Ocean Group, Project No. 23-16-3.